Kom og ver við!
Lykilin fyri veruliga at koma at kenna fólk í samkomuni, er at verða partur av eini ella fleiri tænastum. Hvønn sunnudag hevur tú møguleika fyri at tosa við fólk, sum standa við kunningardiskin áðrenn og eftir møtið. Tey kunnu hjálpa tær, at gerast virkin í eini tænastu, um tú ivast hvussu tú skalt bera teg at og hvønn tú skalt tosa við.
Vikuskifti 21. – 23. mars verður lega á Zarepta fyri fólk í tænastu í Lívdini. Melda til gjøgnum tín tænastuleiðara.