KOM OG SYNG VIÐ
Í 2022 royndu við nøkur nýggj “Syng Við” tiltøk í Lívdini, har tú, sum áhoyrari, kundi ynskja tær ein sang á staðnum, sum so bleiv loftaður og sungin. Hetta tiltakið bleiv sera væl dámt og er nógv eftirspurt, og vit hava tískil valt at royna tað aftur.
Tað einasta tú skalt gera, er at møta upp og syngja saman við okkum ella bara lurta um tú heldur vil tað. Men hetta er møguleikin at bera ynski fram um onkran sang, yndissang, jólasang ella kanska bara ein sang sum tær hevur longst eftir at hoyra. Tú ert vælkomin at syngja fyri, um tú ynskir tað. Tú ert eisini vælkomin at deila við okkum, hví tú hevur valt akkurát hendan sangin. Ella bara deila eitt orð við okkum.
Jógvan Zachariassen er vertur, og tekur ímóti tínum lurtaraynskjum. Og saman við væluppløgdum húsorkestri, sangarum og kóri, lofta vit tínum ynski og síðan stemma vit øll í.
Soleiðis halda vit á til 21:00 og aftaná verður drekkamuður, men sjálvandi verður ein steðgur til prát og ábit.
Minst til at hita røddina væl upp áðrenn og gleða vit okkum at síggja teg í Lívdini sunnukvøldið 22. desember kl. 19.00.
Og vit kunnu ikki siga annað enn
KOM OG SYNG VIÐ