Kærleikin – sum meir enn sigrar

Bloggur eftir Beintu K. Áargarð
11. nov. 2020

Róm. 8,37: “Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum.”

Pálmasunnudag kom Jesus ríðandi inn í Jerusalem, sum tann væntaði kongurin, væntaði sigurharrin.

Í Róm. 8,37 stendur ‘meir enn sigra’? – Hvussu kann tað bera til?  Ein er sigurharri, og hini sigra ikki?

Gud er kærleiki – hetta er sera ringt at skilja. Hvat liggur í hesum kærleika?

Eg havi grundað og gjørt mær nógvar tankar um hetta, henda kærleika.

Nær havi eg veruliga upplivað kærleika, hugsi um ein óuppibornan kærleika, har ið onki verður kravt ella væntað aftur – har eg bara var umfevnd av kærleika, tí eg eri eg.

Tá ið eg hugsi um hetta, hugsi eg altíð um ein persón, og tað er omma mín í Havn.

Har var eg møtt við kærleika uttan treytir – ‘tú veitst, hvar bommini eru …’ Eg fekk oftani bomm frá ommu, tí eg var so oftani har – eg elskaði tað.

Tá ið eg gekk síðsta árið í student og hvønn fríggjadag hevði frí á døgurða, helt omma fyri, ‘um eg ikki hevði hug at koma oman til døgurða hvønn fríggjadag’. So skuldi hon gera okkurt lekkurt til okkum – eg elskaði tað.

Um somu tíð, táið eg arbeiddi á Hotel Hafnia og hevði havt morgunvakt og hevði ein støðg seinnapartin uppá 2½ tíma og skuldi aftur til arbeiðis, so fór eg niðan til ommu – 3 min. til gongu. Har setti eg meg í tann góða hvílustólin í stovuni og sovnaði í nærveru hennara, har hon sat og bant við síðuna av mær. Tryggleiki, góðska og kærleiki streymaði til mín – eg elskaði hetta.

Onkuntíð havi eg sett mær tann spurningin: ‘Hví var omma so góð við meg? – og kanska meg fram um øll hini?’ Tó má sigast, at eg veit ikki, um eg varð elskað meir enn hini. Eg eri komin til tað, at tað má liggja í tí, at eg var so nógv hjá henni, mær dámdi so væl at vera saman við henni, eg virdi hana so nógv – og av tí merkti eg so væl kærleika hennara.

Fyri at skilja kærleika Guds til mín hugsi eg sostatt um ommu. Eg má vera í nærveru Guds fyri at merkja Hansara kærleika til mín og njóta Hansara signingar.

Omma kemur ikki upp á knøini á Gudi. Gud er kærleiki, Gud vísir okkum faðirkærleika, móðurkærleika, ommukærleika – Gud er kærleiki.

1. Jóh. 4, 7-21:

7 Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud.
8 Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki.
9 Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum.
10 Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara.
11 Tit elskaðu! Hevur Gud elskað okkum so, tá skylda eisini vit at elska hvørt annað.
12 Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; elska vit hvørt annað, verður Gud verandi í okkum, og kærleiki Hansara er fullkomin í okkum.
13 Av tí, at Hann hevur givið okkum av Anda Sínum, vita vit, at vit verða verandi í Honum, og Hann í okkum.
14 Og vit hava sæð og vitnað, at Faðirin hevur sent Son Sín, heiminum til Frelsara.
15 Tann, ið játtar, at Jesus er Sonur Guds – í honum verður Gud verandi, og hann í Gudi.
16 Og vit hava lært at kenna og hava trúð kærleikanum, ið Gud hevur til okkara. Gud er kærleiki, og tann, ið verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Gudi, og Gud í honum.
17 Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava dirvi dómadag; tí eins og Hann er, so eru eisini vit í hesum heimi!
18 Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.
19 Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst.
20 Sigur onkur: “Eg elski Gud” – og hatar bróður sín, so er hann lygnari; tí tann, ið ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Gud, sum hann ikki hevur sæð!
21 Og hetta boð hava vit frá Honum, at tann, ið elskar Gud, skal elska bróður sín við.

1)

– Gud sendi Son Sín at doyggja fyri at fáa okkum aftur í samfelag við Seg –  so at vit kundu uppliva Hansara kærleika  v. 10 + 14

– fyri allan heimin – ynskir, at øll skulu verða frelst

– trúgva og játta Jesus – fáa Guds fullkomna kærleika í Jesusi

2)

– Guds fullkomni kærleiki ger nakað í okkum  v.18

– sostatt rekur kærleiki Guds óttan burtur – eg síggi meg sjálva inni í stovuni hjá ommu. Kærleikin og tryggleikin frá henni fevna um meg allan vegin, ongin ótti sleppur til, og hesin kærleiki og tryggleiki bora seg inn í hjartadýpið – ein lítil mynd av Guds kærleika. Í Guds nærveru sleppur óttin ikki framat, nei, bert kærleiki Hansara, sum fevnir okkum heilt, og sum søkkur heilt inn í hjartadýpið

3)

– vit eru framvegis í hesi verð – vit eru ikki tikin heim í dýrdina til fullkomnu nærveru Guds. Sostatt fær Guds kærleiki okkum eisini til at handla  v. 11 & v. 19-21

– ein skylda og eitt boð

– Guds kærleiki skal streyma út frá okkum. Vit skulu lata Gud brúka okkum til at náa onnur menniskju

Hetta brotið úr 1. Jóh. 4 gevur okkum ein lykil til lívið í Guds kærleika

  • kærleiki Guds – frelsan ígjøgnum Jesus
  • kærleiki Guds – rekur óttan burtur
  • kærleiki Guds – elska onnur

Eg vil at enda knýta Róm. 8,35 & 37-39 saman við 1. Jóh. 4. Hetta gevur okkum ein annan vinkul uppá kærleikan.

Róm. 8,35 & 37-39:

35 Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð!
[…]
37 Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum.
38 Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir,
39 hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.

  • tá ið alt rundan um meg leikar á … til kærleika Guds
  • hesi versini í Rómbrævinum vísa okkum, at onki kann á nakran hátt skilja okkum aftur frá kærleika Guds, hava vit einaferð fingið fatur á hesum
  • og vit skulu til endans meira enn sigra –  v. 37
  • hvussu kunnu vit meira enn sigra? – hetta havi eg hugsað nógv um
  • hetta hevur nakað við Gud at gera – brúka av, brúka av, brúka av … Gud er altíð meir. Kærleiki Hansara er meira enn vit skilja, ein dimensjón, sum vit ikki skilja, at vit meir enn sigra í kærleika Guds
  • eins og eitt brennandi stearinljós altíð kann festa í eitt stearinljós aftrat, so er kærleiki Guds altíð meir

Kærleikin, sum meir enn sigrar!