Góðar gávur

Bloggur eftir Jens Wang
10. okt. 2020

Um nakrar mánaðir flyta vit í nýggja bygningin. Talan verður um eina nýggja byrjan. Fram til tá koma flestu talur sunnudagar, at taka støðið í fjallaprædikuni í Matteus kapittul 5-7. Har lesa vit m.a. um sæluprísanirnar, Faðir Vár bønina og nógvar týdningarmiklar lærusetningar. Jesus kallar her tey, ið vilja fylgja honum, til radikala broyting og umvending.

Í Matteus 7:11 lesa við um, at Faðir okkara sum í Himli er, vil geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann. Í Matteus kapittul 6 ger Jesus tó nógv burtur úr at siga, at vit skulu ikki stúra fyri tí materiella – mati, drekka og klæðum – ”nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt! (v. 33)

Góðu gávurnar snúgva seg nokk ikki so nógv um tað materiella, men meiri um andaligar gávur, ið Faðirin bjóðar okkum.

Sum dømi um tvær góðar gávur nevndar í fjallaprædikuni, skulu nevnast fyrigeving og kærleiki.

Hin fyrra gávan er fyrigeving (6:12, 14-15), har Jesus avbjóðar okkum, at ”fyrigeva skuldarum okkara” og fyrigeva ”menniskjum misbrot teirra”. Í hesum versum sæst ein týðiligur samanhangur millum, í hvønn mun vit vilja fyrigeva menniskjum misbrot teirra, og í hvønn mun Faðir okkara vil fyrigeva misbrotum okkara. Hetta eru álvarslig vers at lesa.

Hin seinna gávan er kærleiki (5:43-48), har Jesus avbjóðar okkum og sigur: ”elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum”

Tað er menniskjaligt at hugsa, at tað er sera trupult at fyrigeva og elska, so sum Jesus biður okkum gera her. Og ja, tað er óivað mangan avbjóðandi og til tíðir kanska ógjørligt í egnari styrki. Men leggið til merkis, at Jesus í 7:7-11 sigur, at hesar góðu gávur verða givnar hvørjum tí, sum biður, leitar ella bankar uppá hjá Honum.

Góða samkoma, latið okkum lova Honum at mynda okkum, latið okkum biðja Harran um at fáa lut í hesum týdningarmiklu góðu gávum – fyrigeving og kærleika. Latið okkum lova Honum at gera okkum til livandi steinar, nýtiligir í Hansara tænastu, nú vit skjótt øll flyta í nýggja bygningin.

/Jens Wang