Felagskirkjulig gudstænasta í Hoyvíkar kirkju
1. apr. 2024
Týsdagin 2. apríl kl.19.30 verður árliga felagskirkjuliga gudstænastan. Í ár verður gudstænastan í Hoyvíkar kirkju.
Hetta er 16. árið, at kirkjur og samkomur í Suðurstreymoy skipa fyri gudstænastuni, har øll eru vælkomin.
Innsavnað verður til børn og ung hjá ukrainskum familjum, sum eru flóttafólk í Føroyum.