Bøn fyri Føroyum og grannalondunum

Lívdin ynskir í 2021 at verða meira biðjandi, ásannandi at okkum tørvar Guds hjálp í øllum viðurskiftum.

Vit eggja øllum at seta tíð av til bøn fyri Føroyum og okkara grannalondum. Orð Guds minnir okkum á at biðja fyri øllum og myndugleikum okkara.

Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.

1. Tim. 2:1-2

Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.

Heb. 11:6

Vit ynskja at standa saman við okkara grannalondum í bøn. Hetta kann gerast við at luttaka í bønarátakinum, sum Nordic365 skipar fyri.

Nordic365

Nordic365 er eitt felags bønarátak fyri øll norðurlond, Hetland og Orknoyggjar. Endamálið er at samla norðurlond til 24 tíma bøn hvønn dag í eitt heilt ár. Tað er samskipað soleiðis, at hvørt land hevur ein dag um vikuna í part – Føroyar hava sunnudag.

Sjálv bønin er byrjað 1. september 2020 og er heldur fram til 1. september 2021.  Fyri Føroyar eru Sanna Hammer Smith, Kristvør Kolden og Regin við Skipá umboðaði í nevndini.

Nøkur bønarevni eru at finna á heimasíðuni www.nordic365.org, men biðið endiliga tað, sum Harrin leggur tær á hjartað.

Til ber at melda seg til at biðja ein tíma onkran sunnudag fyri Føroyum og grannalondum okkara.

Í viðhefta skjalið frá fyriskiparunum í Føroyum, kann lesast enn meiri um Nordic365, og tit finna eisini leinkju at melda tykkum til at biðja.