“At leiða í ljósinum av evangeliinum” – leiðslutiltak við Tim Savage
Vælkomin til spennandi leiðslutiltak fyri evangeliskar leiðarar í Føroyum!
Ofta, tá ið tosað verður um andaliga leiðslu, snýr orðaskifti seg um, hvussu vit kunnu gerast best møguligu leiðararnir fyri Harran. Men hvat nú, um hetta er skeivi spurningurin at spyrja? Hvat nú, um tað í veruleikanum als ikki snýr seg um, hvat vit gera fyri Harran, men tvørturímóti hvat hann ger fyri okkum? Tað er hann, sum búgvir okkum til munagóða leiðslu. Spurningurin, hvør einstakur leiðari í Guds ríki má svara er, hvussu væl vit ansa eftir tí, ið Harrin ger og hvussu væl vit duga at taka ímóti, hvussu hann myndar okkum sum leiðarar fyri dýrd sína.
Hetta kemur amerikanski pastorurin og gudfrøðingurin, Tim Savage, at tosa um í spennandi leiðslutiltaki, sum Filadelfia í Gøtu og The Gospel Coalition Norden saman skipa fyri.
Tiltakið er fyri kristnar samkomuleiðarar í breiðasta týdningi: Pastorar, prestar, elstar, ungdómsleiðarar og onnur, sum virkið tæna í kirkjum og samkomum í Føroyum. Endamálið við tiltakinum er eggja og styrkja evangeliskar leiðarar í orði Guds og veita eitt høvi hjá teimum at møtast og byggja sambond.
Tim Savage (ThM, Dallas Theological Seminary; PhD, University of Cambridge) er pastorur, rithøvundur, talari og virkandi altjóða samskipari í The Gospel Coalition. Hann hevur tænt í samkomum í Texas, Stórabretlandi og Arizona. Tim og kona hansara, Lesli, búgva í Onglandi og hava tey tveir synir, Matthew og Jonathan, umframt tvær verdøtur, Ginu og Euniku. Tim hevur skriva fleiri bøkur, so sum “Power through Weakness: Paul’s Understanding of the Christian Ministry” (Cambridge University Press) og “Discovering the Good Life: The Surprising Riches Available in Christ” (Crossway).
The Gospel Coalition er ein altjóða felagsskapur, sum virkar fyri at stuðla samkomum við álítandi og viðkomandi tilfari, hvørs miðdepil er evangelium Jesu Krists.
Leiðarin fyri norðurlendsku deildina, Christian Roth, verður eisini við á tiltakinum. Christian Roth er pastorur í samkomuni, Ny sang kirken, í Keypamannahavn.