Alt verður gott
Í fleiri mánaðir hava vit barst móti tí sama ósjónliga fíggindanum: Korona-virusinum, sum við eitt vendi øllum heiminum á høvdið. Í Føroyum hevur gongdin higartil verið góð. Fleiri hava verið sjúk, summi álvarsliga sjúk, men tíbetur er eingin deyður av koronu. Vit hava saman klárað at barst móti teimum útbrotunum, sum eru komin, og hava fingið tamarhald á støðuni aftur.
Rakt av koronu
Tí eru nógv, man tað ikki vera tey allar flestu av okkum, sum eru kannað fyri koronu, minst einaferð. Sjálvt um tey flestu er testað negativ, so eru vit onkursvegna rakt av koronu kortini. Vit liva alla tíðina undir hóttanini um, at smittan kann bróta út aftur, og at hon kann gera meira álvarsliga um seg. Vit vita, at nær sum helst kunnu vit fáa eini boð sum ger at vit sita í sóttarhaldi, og lívið er knappuliga vent á høvdi. Harumframt vita vit als einki um hvussu leingi undantaksstøðan, sum allur heimurin er í, fer at varða. Fer heimurin nakrantíð at vera tann sama aftur?
Ja, korona hevur rakt okkum øllum í vissan mun. Summi harðari enn onnur.
Eg hugsi serliga um tey gomlu, sum vóru avskorin frá samfelagi og frá sínum kæru í langa tíð. Sum hava saknað stimbranina, sum sosiala samveran og ymiskar upplivingar geva teimum.
Tey avvarandi, sum ikki kunnu vitja síni sjúku, ikki halda um tey, uppmuntra tey, gráta og flenna saman við teimum.
Børnini sum hava fingið sín gerandisdag vendan á høvdið, sum ikki sleppa at spæla, sum tey eru von, og sum eru komin aftur á stovn og skúla, har alt er øðrvísi enn tað plagar.
Tey ungu, sum ikki kundu halda sínar hátíðardagar og markeringar, sum hava verið avskorin frá vinum og skúlagongd, sum sakna at liva lívið frítt og við levind og gang, sum ung skulu.
Tey vaksnu, sum eru permitterað og ivast í, um nakað arbeiði er at koma aftur til, og sum sita við stúran um, hvussu alt skal hanga saman.
Og øll tey foreldur, sum í eina tíð vóru í minst trimum hattum í senn – arbeiðstakari ella -gevari, foreldur, lærari ella pedagogur. Eingin hattur fekk frið at vera á høvdinum nóg leingi, og teir duttu meira av høvdinum enn teir sótu á.
Men Gud kann, mitt í tað sum rakar okkum harðast koma við boðskapi sínum um vón.
Børnini vísa veg
Meðan korona hevur herjað, hava vit sæð børn rundanum allan heimin tekna ælabogar við boðskapinum ‘alt verður gott’. Summi halda kanska, at tað er naivt, at tað ikki ordiliga passar – alt verður ikki gott. Men eg haldi, at tað er ein sterkur boðskapur um vón, sum minnir okkum á lyftir Guds til okkara.
Í svárari kreppu
Nóa, í Bíbliuini, upplivdi eina kreppu, sum vit ikki kunnu ímynda okkum. Guds dómur yvir tað ónda skuldi raka jørðina. Fyri at verða bjargaður undan dómin, fekk Nóa boð frá Gudi um at byggja eina ørk. Eitt stórt skip, um man kann kalla tað so, sum skuldi hýsa honum og familjuni, saman við øllum sløgum av djórum.
Himmalin lat seg upp, og ein vatnflóð so ógvislig sum heimurin ongantíð hevði sæð hvørki fyrr ella síðani, køvdi alt lív á jørðini. Nóa var í sóttarhaldi. Innistongdur í eina ørk. Avskorin frá øllum, sum var kent, við ábyrgdina av eini familju í kreppu og eini hundans rúgvu av djórum. Hansara lív var vent á høvdið. Hann kundi ikki uppá nakran máta gera nakað við støðuna, við ræðuleikarnir, sum oyddu jørðina, við óvissuna um nær hann aftur fór at seta beinini á turt land. Og hvussu munnu framtíðin síggja út?
Alabogan, eitt tekn um vón
Eg veit ikki hvussu Nóa upplivdi tað, tá alt var yvirstaðið, men sjónin av skýggjunum, sum fyltu himmalin, ljóðið av regni og vindi, má í alla framtíð hava vakt upp aftur sterkar kenslur í honum. Hetta man hava mint hann á vatnflóðina, alt tað, sum hon tók og legði í oyði, tíðina í ørkina, óvissuna, kanska stúranina og óttan fyri framtíðina.
Men Gud brúkti júst tað, sum kanska mest av øllum minti hann á tað ringa – regnið – lýsti tað upp, og gjørdi tað til eitt tekn um vón, eitt tekinn um ævigu lyftir síni.
Boga Mín seti Eg í skýggið, og hann skal vera tekin uppá sáttmálan millum Meg og jørðina.
Tá ið Eg dragi skýggj yvir jørðina, og bogin so sæst í skýggjunum,
tá skal Eg minnast sáttmálan, ið er millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning av øllum holdi,
og vatnið skal aldri aftur verða ein vatnflóð, sum oyðir alt hold.
Táið tá bogin stendur í skýggjunum, skal Eg hyggja á hann og minnast hin æviga sáttmála,
ið er millum Gud og hvønn livandi skapning av øllum holdi á jørðini.”
(1.Mós.9:13-16)
Ljósið rakar regnið og ger tað til eina ta vakrasta og mest hugtakandi sjónina í nátturuni, ælabogan. Og tað ræðuliga verður nú tekin um lyfti Guds: revsingin skal ikki raka mannaættina. Og tað lyftið ger, at ælabogan peikar fram á eitt anna tekin: krossin. Krossin, sum var eitt tekin um ræðuleika og pínu, gjørdi Gud til eitt tekn um náði og vón. Tí á krossinum tók Gud eina æviga uppgerð við allan óndskap og alla synd heimsins. Og hann mintist ælabogan. Hann lat ikki straffina raka mannaættin, men Gud sjálvur tók dómin á seg.
Alt verður gott
Vit uppliva framvegis avleiðingar óndskaparins í verð okkara. Korona-kreppan er enn eitt prógv um tað. Men gjøgnum Jesus og hansara krossverk eiga vit vónina og lyftini um, at alt verður gott. Ein dag skal Gud endurskapa himmal og jørð og bara góðska skal fylla henna. Gud skal turka hvørt tár, eingin líðing, eingi saknur, eingin sorg skal vera. Og inntil tann dag eiga vit lyftini um, at Hann er við okkum, allar dagar, Hann sum hevur alt vald í Himli og á jørð.
So lat okkum, sum Jesus segði, blíva sum børnini. Lat okkum geva ælabogan ans og taka til okkum øll tey lyftini, sum Gud hevur givið okkum. Alt verður gott!
Tí so mong sum lyfti Guds eru – í Honum hava tey ja sítt;
tí fáa tey eisini í Honum amen sítt, Gudi til dýrd við okkum.
(2.Kor.1:20)