Advent í Lívdini
1. desembur
Navn: | Rói Sørensen |
Aldur: | 21 ár |
Starv: | Freelance hjá KVF |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Alt tað eg minnist. Mamma og babba hava altíð tikið meg við í sunnudagsskúla og á møtir. Vit hava verið við frá tí Lívdin byrjaði.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Mær dámar væl tað, at man steðgar tí man er í gongd við, og fær nakrar dagar saman við familjuni. Jólini fyri meg eru fyrst og fremst boðskapurin um, at Jesus kom inn í eina falna verð, og so elski eg at vera saman við familjuni. Mær dámar eisini væl tankan um, at man kann gleða hvønn annan við at geva gávur, og so hopi eg, at jólamaðurin kemur at vitja meg í ár.
Hvat er tín yndis jólasangur?
Last Christmas 100%