Advent í Lívdini
9. desembur

Navn: | Poul Fossdal Guttesen |
Aldur: | 54 ár |
Hjúnastøða: | Stakur |
Starv: | Lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Eg kom í Lívdina, tá eg flutti heim aftur til Føroya á heysti 2007.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Sum so mangir aðrir føroyingar, ið hava búð leingi í útlondum, er jólini ein kær familjuhøgtíð. Eg elski samveruna við foreldrum, systkjum og teirra børnum og barnabørnum. Góðu máltíðirnar, samveran og spølini fleiri dagar í trekk. Hetta er so týdningarmikið og gott. Men vandin er sjálvandi, at mann gloymir í allari stákanini, hvat jólini fyrst og fremst snúgva seg um. Jólini, tá Gud samstundis vísir okkum sín endaleysa kærleika, og vendir øllum, ið vit vænta á høvdið, kongurin í eini krubbu, Gud sjálvur, ið tømir seg inn í ein hjálparleysan nýføðing, ið leggur seg við móðurs bróst. Her vera allar menniskjaligar fatanir av valdið og heiður skúgvaðar til viks. Jólini minna okkum soleiðis bæði á, hvussu Gud sjálvur kemur inn í søgu menniskjuna okkum til frelsu, og vísur okkum samstundis á ein heilt nýggjan hátt at vera menniskja á hesum frelsisvegi.
Hvat er tín yndis jólasangur?
Silent Night. Mær dámar nógvar jólasangir, men havi valt hendan, tí einaferð, tá eg læs í Chicago, hoyrdi eg trý ung fólk – vóru í kloddutum klæðum, tyktust fátøk – syngja “Silent Night” ein bítandi kaldan dag í eini ráðari undirgrunds tokstøð í Chicago. Vøkru orðini sungnir við hjartanemandi harmonium av hesu trimum fátøku fólkunum í hesum kalda, skitna og næstan troystarleysa umhvørvinum gjørdi eitt stórt inntrykk á meg. Signaður og avbjóðaður hugsaði eg: ja, tað er júst her í jólini koma.