Advent í Lívdini

8. desembur

Heidi Arge Poulsen
Navn:Heidi Arge Poulsen
Aldur:64 ár
Hjúnastøða:Gift við Jóan Hendrik Mohr Poulsen
Børn:Dóttirin Kristina og ommusonurin Olivur, sum er eitt ár
Starv:Optikari

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Eg byrjaði at ganga í Lívdini 2010. Eg eri fødd og uppvaksin í Villumsgøtu, sum liggur beint við Nonnuskúlan og Katolikka kirkjuna. Har gekk eg í skúla og eisini fór eg næstan hvønn sunnudag í katólsku kirkjuna. Mær dámdi væl at fara í kirkju har, tí tað var so spennandi og fjølbroytt. Haraftrat sungu nunnurnar so vakurt. Tá eg var 12 ár fluttu vit út á bygd. Tá fór eg sjáldan í kirkju. Aftaná lokna skúlagongd fór eg til Danmarkar at lesa, og tá fór eisini mín áhugi fyri tí andaliga. Í 2010 fann eg mína trúgv aftur í Senegal. Vit vóru fýra optikkarar og ein sjúkrasystur, sum fóru til Senegal. Vit høvdu brillur við okkum og gjørdu sjónkanningar og deildu brillur út til tey, sum høvdu tørv á brillum. Vit búðu sera primitivt í leirhyttum. Vesið var eitt hol í jørðini, og vit fingu vatn úr einum brunni í bygdini. Flogmýs flugu millum loftið og takið og eg var bebbarødd, tá eg skuldi leggja meg at sova. Men tá leitaði eg meg aftur til Gud og fekk frið. Heimafturkomin fór eg at ganga í Lívdini, tí har gekk dóttir okkara. Eg trívist væl í Lívdini. Eg eri í einum góðum húsbólki og eri eisini á einum køksliði .

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Í desember byrja vit at hanga ljós upp bæði innandura og uttandura. Baka smákakur og skriva jólakort og gleða okkum til eini gleðilig jól. Og so fari eg ofta til midnáttarmessu í Mariukirkjuni 24. desember

Hvat er tín yndis jólasangur?

Yndis jólasangurin er Tit trúføstu komu.
(Tíverri er eingin føroysk útgáva á youtube. Her er hann á latíni.)