Advent í Lívdini

7. desembur

Randi Absalonsen
Navn:Randi Absaonsen
Aldur:65 ár.
Hjúnastøða:Gift við Símun Absalonsen.
Børn:Vit eiga trý børn. Brynhild, Mirjam og Trygvi.
Starv:Eg geri mat fyri eina fyritøku.

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Eg eri komin í Lívdini síðan 2004.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Jólini hava sera stóran týdning fyri meg. Fyri tað fyrsta tí Gud læt seg føða inn í henda heim fyri mína skuld. Tað er ikki lætt fyri okkum at skilja, men hatta hevur Gud opinberað mær við anda sínum.
Hann elskaði okkum við at Hann doyði og reis upp fyri okkum og biður fyri okkum.
Jólini eru eisini ein hugnalig tíð, har eg elski at hugna og gleðast saman við mínari familju.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Eg elski jólatónleik so ringt er at velja ein sang, men hesin er góður.
“Joy to the world” við The Singers Unlimited.