Advent í Lívdini

6. desembur

Hjørdis Maria á Brúgvaskifti

Navn:Hjørdis Maria á Brúgvaskifti
Aldur:18 ár
Starv:Eg gangi á síðsta ári á miðnámi á Glasi

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Lívdin hevur verið mítt andaliga heim, síðan eg varð fødd. Foreldrini hjá mær hava verið ein partur av Lívdini frá byrjanini av, so eg havi altíð gingið í sunnudagsskúla og á møti her.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Eg elski alt, sum hevur við jól at gera. Mær dámar væl at vera saman við familjuni, og at kunna njóta løturnar saman við sangi, spæli og hugna. Men tað, sum hevur allar størstan týdning fyri meg, er at vit minnast, at Jesus varð føddur sum Heimsins Frelsari.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Tað er trupult at velja ein jólasang, tí tað eru so nógvir, sum mær dámar. Men ein sangur, sum altíð fær meg í jólahýr er It’s Beginning To Look A Lot Like Christmas hjá Michael Bublé.