Advent í Lívdini
5. desembur
Navn: | Rúni Eysturlíð |
Aldur: | 44 ár |
Hjúnastøða: | Giftur við Maritu á Lakjuni Eysturlíð |
Børn: | Ein drongur, føddur 26.11.2021 |
Starv: | Ljóðteknikari í KVF |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Eg fór at ganga í Lívdini í 2005, stutt eftir at eg flutti heim úr Íslandi, har eg las tónleik í nøkur ár. Eg kendi meg heima frá byrjan og havi gjørt tað líka síðani.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Tað hevur týdning í myrku og køldu tíðini í desember, at vit tendra nógv ljós og hugna okkum saman.
Tað hevur týdning at hátíðarhalda, at Jesus var føddur. Eingin hevur broytt heimin meira enn hann og eingin hevur broytt mitt lív meira enn hann.
Hvat er tín yndis jólasangur?
Nógv góð jólaløg eru at velja í. Mær dámar best at hoyra tey, sum ikki verða ov nógv spæld. Eg eri stórfjeppari av eyðkenda amerikanska, jazzkenda ljóðinum, sum ofta er at hoyra í gomlum filmum. Vit hoyra tað t.d. í Disney teknifilmunum, sum plaga at vera vístir í sjónvarpinum á jólum.
Mítt yndis jólalag í ár, The Christmas Waltz, er eitt gott dømi. Serliga kórrøddirnar eru við til at skapa tann hugnaliga og gandakenda jóladámin. Einrøddina syngur Frank Sinatra og tað ger hann meistaraliga.