Advent í Lívidni

4. desembur

Rógvi Jakobsen
Navn:Rógvi Jakobsen
Aldur:26 ár
Hjúnastøða:Giftur við Duritu Markná
Børn:Ári sum er 2 ár, og eitt á veg í desember
Starv:Fíggjarleiðari

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Vit byrjaðu at ganga í Lívdini í apríl 2020, tá vit fluttu heim aftur úr Danmark.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Eg elski jól. Jólatónleik, hugnan, at leggja gerandisdagin til síðis eina løtu og njóta samveruna við familju og vinum. Eg haldi eisini, at jólini eru ein góður siður, har vit vera mint á størstu hendingina nakrantíð, at Gud gjørdist menniskja og kom inn í hendan heim við tí endamáli at frelsa teg og meg. Tað er fantastiskt.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Mín yndis jólasangur er Kvirra hjá Øssuri Berghamar, har boðskapurin er, at Guds sonur bleiv føddur í hendan heim fyri at frelsa eina falna mannaætt, og at enn er tíð at venda sær til Jesus.