Advent í Lívdini

3. desembur

Helena Hammer

Navn:Helena Hammer
Aldur:67 ár
Hjúnastøða:Støk
Børn:Monja, Margretha og Anita
Starv:Deildarskrivari á Náttúruvísindadeildini á Setrinum

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Eg eri uppvaksin á Saltnesi, og eg havi gingið í sunnudagsskúla í Nebo á Toftum. Flutti til Havnar sum 16 – 17 ára gomul, har eg fór í bankalæru. Eftir at eg var flutt til Havnar, byrjaði eg at ganga í samkomuni Ebenezer. Lívdin gjørdist mítt andaliga heim, tá ið hon byrjaði fyri gott 20 árum síðani. Í dag koma allar mínar tríggjar døtur og tríggjar ommudøtur í Lívdina, og tað eri Harranum sera takksom fyri.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Jólini eru nakað heilt serligt fyri meg. Tað er ein gleðihátíð – tí vit minnast at Jesus, heimsins Frelsari, varð føddur. Hann kom sum eitt ljós í ein myrkan og falnan heim. Eg síggi fram til at vera saman við familjuni, har vit savnast, sum flest onnur, til góðan mat og hugna. Vit gleða hvønn annan við gávum og lívgevandi samveru.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Mær hevur altíð dámt sera væl jólatónleik, tó eru tað nakrir sangir, ið skara framúr. Sangin ”Friður á jørð” er ein av fleiri, ið mær dámar sera væl.