Advent í Lívdini

24. desembur

Filip Jónson Eliasen
Navn:Filip Jónson Eliasen
Aldur:43 ár
Hjúnastøða:Giftur við Birita Lamhauge Jóansdóttir
Børn:Edit 6 ár og Fípa 0 ár
Starv:Elverkfrøðingur/Maskinmeistari – Undirvísi á Vinnuháskúlanum

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Eg var nokk ikki við til tað fyrsta møti í Lívdini, men var til nøkur av møtunum, sum vórðu í Berjabrekku. Men tá var eg nokk ikki tað, sum ein kallar ein partur av Lívdini. Síðan havi eg búleikast gott 15 ár í Danmark, frá 2006 til 2020, men tey síðstu árini, frá 2016 og til vit fluttu heim, vitjaðu vit Lívdina tá vit vóru heima í feriu. Ta vit so fluttu heim, var tað natúrligt hjá okkum at velja Lívdina sum okkara andaliga heim. Her føla vit okkum væl móttikin, og eru eisini vorðin partur einum húsbólki.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Fyri meg eru jólini høgtíðin tá familjan samlast. Í mínum arbeiði havi eg seks ferðir verið burtur frá familjuni á jólum. Haraftrat havi eg eisini arbeitt í vaktum nøkur jól, sum gjørdi, at heldur ikki tá fekk eg hildið eini ”vanlig” jól. Men tá eg sleppi vera við, upplivi eg at mitt í øllum resinum, royna vit øll av verða ein av bestu útgávunum av okkum sjálvum, har vit royna at gleða hvønn annan.

Hetta sæst eisini aftur, tá ið ein gert partur av eini ”nýggjari” familju. Eitt nú tá ið ein møtir einum maka. Tá man so heldur jól saman, kemur man líka sum eitt sindur meir innum, og sær nakrar síður av eini familju, sum vanliga ikki er líka sjónligar. Ja – eg royni eisini at steðga á og minnast hví tað er vit halda jól. At hava børn, sum seta deiliga nógvar spurningar, ger hetta nógv lættari.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Oh Holy Night er ein sangur, sum eg altíð endi at syngja við til, um eingin lurtar. Tað eru fleiri útgávur av hesum sangi, sum mær dámar væl. Millum annað syngur Heini Lützen eina føroyska útgávu sera væl.