Advent í Lívdini

23. desembur

Kirstin Ljósheim
Navn:Kirstin Ljósheim
Aldur:27 ár
Hjúnastøða:Støk
Starv:Ergoterapeutur

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Eg byrjaði í Lívdini sum smágenta, umleið 6 ára gomul og Lívdin hevur síðani verið mín heimasamkoma. Í 2016 flutti eg til Keypmannahavnar í lestrarørindum og Kristnastova er nú mítt nýggja andaliga heim, inntil eg leggi leiðina aftur til Føroyar.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Tað hevur týdning fyri meg at minnast hví vit halda jól – at Jesus varð føddur, ein bjarging var send til okkum frá Gudi og hevur givið okkum ein veg til æviga frelsu og frið. Somuleiðis eru jólini altíð ein sera hugnalig tíð – jólaljós í myrku vetrartíðini verða tendrað, jólabaking og jólasangir. Hugni og gleði er í hásæti og familjan er samlað hesar dagarnar.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Uha, mær dámar nógvar jólasangir. Ein eg kann nevna er “Ein stjørna lýsti á nátt“.