Advent í Lívdini
22. desembur
Navn: | Katrin Árnadóttir Hansen |
Aldur: | 34 ár |
Hjúnastøða: | Gift við Áka Leitisstein Hansen |
Børn: | Lea, Selma og Elias |
Starv: | Kundaráðgevi hjá BankNordik |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Eg havi verið partur av Lívdini, síðani vit fluttu heim til Føroya í 2014 eftir lesnað í Aarhus.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Eg elski jólini. At hittast til ymisk tiltøk og at hava fastar vanar, sum tá ið jólatræið verður tendrað í miðbýnum, at baka og stákast saman við familjuni, velja jólatræ og pynta. Jólaljós, samvera og hugni gera gerandisdagin hugnaligan. Eg eri serliga takksom fyri, at vit halda jól og minnast, at Jesus varð føddur og er størsta gávan til okkum menniskju.
Hvat er tín yndis jólasangur?
Tað eru nógvir góðir jólasangir. Eg havi fleiri yndis, men ein, sum eg havi lurtað nógv eftir seinastu tíðina, er “Hvør hevði væntað ein kong” við Mariu á Lakjuni.