Advent í Lívdini
21. desembur
Navn: | Hans Ove Johansen |
Aldur: | 42 ár |
Hjúnastøða: | Giftur við Guðrun Johansen |
Børn: | Naomi 15 ár, Saranja 13 ár og Samuel 8 ár |
Starv: | NCC |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Vit hava verið partur av Lívdini síðan umleið 2008
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Mær dámar sera væl jólini og allan hugnan, sum við tí fylgir. Eg haldi eg dugi nokkso væl at taka mær av løttum um jólini, hugna mær og lada upp við familju, vinum og kenningum. Annars at minnast Jesu føðing, frelsara og Harra okkara. Eg eri sera takksamur fyri at Hann lat seg føða inn í hendan heim fyri at bjarga okkum.
Hvat er tín yndis jólasangur?
Gleðilig Jól við Alex Bærendsen