Advent í Lívdini

20. desembur

Ása av Reyni Jøkladal

Navn:Ása av Reyni Jøkladal
Hjúnastøða:Maður mín er Ólavur Jøkladal
Børn:3 børn og 10 ommubørn
Starv:Námsfrøðingur

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Í 2001 fóru maðurin, dóttirin og eg til Filipsoyggjarnar í eitt 4 ára skeið. Lívdin sendi okkum út sum trúboðarar, og heimafturkomin valdu vit Lívdina sum heimasamkomu.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Jólini eru ein deilig tíð, har hugni við familjuni er í hásæti. Siðvenjur, ljós og jólatónleikur fáa sjálvt okkum gomlu til at gleðast. Og at síggja, hvussu glað og spent børnini gerast jólaaftan, tað fær teg at minnist aftur á góðar barnadagar.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Tað sótu seyðamenn á vakt eftir Mikkjal á Ryggi og við vakra lagnum hjá Hans Jacob Højgaard. Hendan sálmin lærdu vit í Kommunuskúlanum í 7 flokki, og síðani tað hevur mær altíð dámt hann so væl. Síðsta ørindi er tað, sum jólini handla um fyri meg:

Sum hirðarnir eg fara vil

mín frelsara at finna;

hans kærleiki mær hjálpir til

tann frið, ið eg vil vinna.

Hans jólaboð er besta troyst;

av syndaskuldum sál mín loyst mót himli seg kann hevja.