Advent í Lívdini
2. desembur
Navn: | Michele Magnussen |
Aldur: | 34 ár |
Hjúnastøða: | Gift við Bjarka Magnussen |
Børn: | Ein drongur |
Starv: | Hjálparfólk í vøggustovu |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Eg vaks upp í katólsku kirkjuni í Brasil. Tá eg fylti 13 ár, byrjaðu foreldrini hjá mær at ganga í einari samkomu. Eg havi altíð trúð á Jesus, men tað var í hesum aldrinum, at eg játtaði Hann sum frelsara. Tá eg flutti til Føroyar í 2015, byrjaði eg at ganga í Lívdini, tí maður mín gekk har. Eg skilti ikki føroyskt tá, men mær dámdi ordiliga væl tónleikin og talurnar, sum maður mín umsetti fyri meg. Nú tosi og skilji eg føroyskt, so nú kann eg sjálv fylgja við. Mær dámar eisini væl at ganga í húsbólki, har eg eri komin at kenna nógv fólk og lært meira um Guds orð. Nú hava vit eitt barn, ið er 4 ár, og hann elskar sunnudagsskúla. Vónandi verður hann eisini ein trúgvandi maður, og altíð fer at minnast, at tað var í Lívdini, at hann hoyrdi um Jesus fyrstu ferð.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Eg elski jól. Tað er tann besta tíðin av árinum, har vit síggja nógv glað fólk. Fólk eru góð við hvønn annan, familjurnar koma saman og fólk tosa sum heild meira um kærleika. Men tíverri er hendan tíðin vorðin nokkso materialistisk fyri nógv. Eg haldi, at tað er ordiliga týdningarmikið, at læra børn hví vit halda jól. Tað er stuttligt at syngja um nissur og jólamannin, men vit mugu ikki gloyma, at fokus skal altíð vera á Jesus fyrst.
Hvat er tín yndis jólasangur?
Mín yndis jólasangur er Silent Night. Familjan hjá mær hevur altíð sungið hann á jólum, bæði í samkomuni og heima. Tað er eitt kent lag, sum hevur ymiskar útleggingar í ymsum málum.