Advent í Lívdini
19. desembur
Navn: | Katrina Anfinnsdóttir Miðhamar |
Aldur: | 30 ár |
Hjúnastøða: | Gift við Finnur Victorsson Carlsen |
Børn: | Gyða Victoria – 8, Iris Olivia – 5, Birta Vón – 2 |
Starv: | Námsfrøði lesandi og avloysari í eind 10 hjá Almannaverkinum |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Eg kom til trúgv á Jesus á vári 2010. Mamma bjóðaði mær við á eitt møti í Frelsunarherinum. Judith Lindarstein bjóðaði mær í Lívdina stutt eftir hetta, og eg havi verið her síðani. Tað var eisini í Lívdini, at eg møtti manni mínum
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Jólini hava stóran týdning fyri meg, kanska enn meir nú man hevur sína egnu familju og skapar nýggjar siðvenjur saman við teimum. Vit minnast Guds kærleika til okkum og at Jesus kom at frelsa okkum. Vit kunnu venda okkum til Hann óansæð hvat lívið bjóðar okkum og fáa fyrigeving.