Advent í Lívdini

18. desembur

Bogi Hansen

Navn:Bogi Hansen
Aldur:35 ár
Hjúnastøða:Stakur
Starv:Fólkaskúlalærari

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Eg byrjaði at ganga í Lívdini fyri áleið 7 árum síðani.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Jólini hava stóran týdning á fleiri mátar. Tað, at kunna steðga á frá dagligdegnum, hvíla og vera saman við familju hevur stóran týdning og eitt stórt virði. Á jólum etur man eisini góðan mat, lurtar eftir góðum tónleiki og tað er ein hugnaligur dámur, har man kemur. Men týdningarmiklasta er at minnast tað, vit lesa um í Bíbliuni; at okkum er Frelsari føddur.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Tað er torført at finna ein sang úr hópinum av jólasangum. Men ein eg lurti ofta eftir er “Carol of the Bells” í útleggingini hjá Phil Wickham.