Advent í Lívdini
17. desembur
Navn: | Alisa Vesenberg Thomsen |
Aldur: | 31 ár |
Hjúnastøða: | Gift við Símun Thomsen |
Børn: | Malena og Emma |
Starv: | Grannskoðari |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Í 2015 valdi eg at leggja gamla lívið afturum. Eg var rættiliga einsamøll, tí foreldur míni vóru flutt niður sama ár og eg hevði júst slept øllum eg kendi. Á nýggju leiðini kendist einki at vera av tilvild, so tá eg fann eina íbúð í Hoyvík skuldi mín nýggja leið sjálvandi byrja í Lívdini, sum var nærmasta samkoma. Eg varð væl móttikin og kendi ein serligan systkinakærleika frá teimum, ið sóu mítt einsemi.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Mær dámar væl jólini. Serliga dámar mær tá ljósini verða tendrað, tí tað lættir um vetrarmyrkrið. Tað minnir meg so nógv um Ljósið, sum skein inn í mítt myrkur. Familjuhugni er eisini nakað, sum verður prioriterað hesa tíðina og vit vitja ymisk, sum vit ofta kundu hugsað okkum at vitja, men kanska ikki hava tikið okkum stundir til ígjøgnum árið.
Hvat er tín yndis jólasangur?
Tað er torført at velja ein ávísan, men “Føgur er foldin” hevur altíð verið mín yndis jólasangur. Men ein sangur, sum rørir meg hvørja ferð eg hoyri hann er “Mary did you know”. Hann er eisini sera vakur á føroyskum og her verður hann sungin av okkara Sirikit.