Advent í Lívdini

16. desembur

Severin Dion Niclasen

Navn:Severin Dion Niclasen
Aldur:54 ár
Hjúnastøða:Giftur við Nomi Johnsdóttir
Børn:Eg havi 3 børn og Nomi 4 børn.
Starv:Múrari

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Eg flutti heim úr Danmark eftir ein hjúnaskilnað fyri 8 árum síðan, og kom tá eitt sindur í Lívdina. Møtti so Nomi, vit blivu gift og eru komin fast í Lívdina í umleið 4 ár.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Fastar jólatraditiónir eru ikki so umráðandi fyri meg, kanska tí eg havi hildið jól í nógvum ymsum londum og uppá nógvar ymsar mátar, men eg gleðist yvir hugnan, felagsskapin, at saman við konuni gera góðan mat til tey, sum koma á gátt, og so at minnast Frelsaran, sum kom.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Eg havi ongantíð tonkt yvir hvør mín yndis jólasangur er, men mær dámar væl bluegrass tónleik, so tað blívur til ein hjá “the Petersens”, sum eg haldi er góður.