Advent í Lívdini
15. desembur
Navn: | Lindis í Gong |
Aldur: | 45 ár |
Hjúnastøða: | Gift við Jákup Danielsen í Gong |
Starv: | Reingerð á Glasi |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Eg minnist ikki heilt nær eg byrjaði í Lívdini, men eg haldi at tað nokk var í 2003 ella 2004.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Eg gleði meg altíð til desember mánaða, tá ið alt er pynta. Serliga øll ljósini dámar mær væl. Hugnin við familju er eisini umráðandi fyri meg. Tað er umráðandi ikki at gloyma hvønn jólini eru um í øllum jólaresinum. Eitt tað, sum mær dámar best jólaaftan, er tá ið jólaevangeliið verður lisið.
Hvat er tín yndis jólasangur?
Tað eru so nógvir jólasangir mær dámar væl. “Kvirra um fjøll og fløtur” er tann mær dámar best á føroyskum. Á enskum haldi eg, at “O Come, O Come Emmanuel” hjá Aaron Shust er ein av teimum bestu.