Advent í Lívdini
14. desembur
Navn: | Jóhan Djurholm |
Aldur: | 25 ár |
Hjúnastøða: | Giftur við Súsannu Ingvardsdóttir Djurholm |
Starv: | Lesandi á Business Management á University of Southampton |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Eg havi verið partur av Lívdini, síðani samkoman bleiv stovnað. Eg vaks upp í Hoyvík, so samkoman var altíð tætt við. Síðani eg eri fluttur til Onglands, havi eg fingið eitt nýtt ‘andaligt heim’. Eg farí tó altíð at síggja Lívdin sum mína heimasamkomu.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Tað er í høvuðsheitum tvey viðurskifti, ið gera jólini serlig fyri meg – hugnin og andaligi týdningurin. Eg elski tann hugnan, ið jólini hava við sær. Karamellur, dunna, risalamande, jólatræ og samvera við familju og vinum. Tað hevur eisini týdning fyri meg, at minnast Jesu føðing og í tí ta livandi vón vit hava í Kristusi á jólum!
Hvat er tín yndis jólasangur?
Eg havi ikki nakran yndis jólasang. Tó er “Driving Home for Christmas” hjá Chris Rea ein av teimum
heilt góðu.