Advent í Lívdini

13. desembur

Rita D. Syderbø
Navn:Rita D. Syderbø
Aldur:52 ár
Hjúnastøða:Gift við Jóhan Syderbø
Børn:Tríggjar synir Daniel, Bogi, Filip og ein ommuson, ið eitur Jóhan eftir abbanum.
Starv:Hjá Alpha Travel

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Havi verið ein partur av Lívdini heilt frá byrjan. Vit byrjaðu við at møtast í ymiskum heimum her í Hoyvík.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Persónliga elski eg jólini. Friðin, familjan er saman, vit geva gávur, spæla spøl, ganga túrar, eta góðan mat o.s.fr. Nøkur av mínum bestu minnum gjøgnum árini, knýta seg at jólahugna.

Takksom fyri tað størstu gávuna, ið mær er givin, tá Gud bleiv menniskja og Jesus varð føddur. Tað er meir enn eg kann fata, eg kann bara trúgva.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Yndisjólasangur, ja har eru nógvir at velja ímillum, hesin er ein av mínum yndis.