Advent í Lívdini

11. desembur

Jákup Frederiksen
Navn:Jákup Frederiksen
Aldur:47 ár
Hjúnastøða:Giftur við Anamariu
Børn:Hanna 14 ár og Jóhan Petur 9 ár
Starv:Kundaráðgevi í Norðoya Sparikassa

Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?

Tá ið vit í 2007 fingu eina dóttur, gingu vit í einari lítlari samkomu, har eingin sunnudagsskúli var. Tað hevði stóran týdning fyri okkum, at dóttirin kundi koma í sunnudagsskúla og finna sær vinir har. Vit byrjaðu at koma í Lívdina í 2009.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

Jólini hava altíð haft ein stóran týdning fyri meg. Tað at Gud vildi lata seg føða inn í henda heim, sum eitt lítið verjuleyst barn, og til tey fátæku kor, sum Hann kom til, hevur altíð tala til mín. Jólini eru eisini ein tíð, har eg njóti samveruna við familjuni, matin og friðin.

Hvat er tín yndis jólasangur?

Eg havi síðani, eg var ein smádrongur, altíð elska “Marys boy child” hjá Boney M. Eg spæli hann enn, fleiri ferðir um dagin, allan desember mánað.