Advent í Lívdini
10. desembur
Navn: | Malla Djurhuus |
Aldur: | 66 ár |
Hjúnastøða: | Gift við Johan Nolsøe Djurhuus |
Børn: | Rógvi, Ragnar og Karin Elisa |
Starv: | Eri júst pensjónerað. Havi starvast í BankNordik sum kundaráðgevi. |
Hvussu leingi hevur tú verið partur av Lívdini?
Vit hava verið partur av Lívdini frá byrjan, meira enn 20 ár.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Eg elski hesa tíðina. Hugni heima við pynti og ljósum hesa myrku tíðina, konsertir, jólatónleik, góðan mat og ikki minst at vera saman við familjuni. Men vit mugu ikki gloyma hví vit halda jól – at Jesus, heimsins frelsari og mín frelsari, varð føddur.
Hvat er tín yndis jólasangur?
Mær dámar fleiri jólasangir. Fyri tíðina dámar mær best: Í hvørjari vrá nú lýsa og bleiktra mong ljós í kvøld.
(Tíverri er eingin forøysk útgáva á youtube. Her er hann á norskum.)