ABC-vikan í Lívdini

Lívdin er samstarvsfelagi hjá Fólkaheilsuráðnum um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Endamálið við ABC fyri sálarliga heilsu er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum íbúgvarnar í Føroyum.

Dagarnir 3.- 9. oktobur verður ABC-vikan, har serligur dentur verður lagdur á ABC-boðskapin: at vera virkin, vera saman og vera hugbundin, fyri at varðveita og betra um sálarligu heilsuna.

Les meira um ABC-verkætlanina her:

Í sambandi við ABC-vikuna, skipar Lívdin fyri ymiskum tiltøkum. Tiltøkini eru ókeypis og opin fyri øllum, sum ynskja at koma.

Andarúm

Mánadagur 3. oktobur kl. 16 – 18

Ein løta at finna andarúm og lívd frá gerandisresinum.
Lívdin er opin frá kl. 16-18 og til ber at seta seg í salin eina løtu. Har er róligur tónleikur frá. Man kan sita í kvirru, og møguleiki er eisini at biðja ella skriva bønarevnir niður.

Kvinnumøti

Mánadagur 3. oktobur kl. 20

Hallgerð Akurstein kemur at tosa um rútmur: hvíld, bøn, arbeiði og spæl. Synnøve av Rana kemur at leggja fram um ABC fyri sálarliga heilsu. Aftaná verður ein góður drekkamunnur. Ymisk borð standa frammi við íblástri til, hvussu tú kanst vera saman, virkin og hugbundin.

Djúphavið

Týsdagur 4. og mikudagur 5. oktobur kl. 16 – 18

Vit umskapa Lívdina til eitt sansaligt djúphav, við ljós- og ljóðeffektum, nógvum at hyggja at, spæla við og uppliva. Børn og vaksin kunnu vera virkin til ymisk ítriv, saman uppliva eina spennandi undirvatnsverð, og fordjúpa seg í sansaspæli og bókum. Kl. 17 verður ein stutt søgu- og sangløta um Jónas og ein hval. Børn og vaksin ganga annars frítt runt og granska, sansa og spæla. Vit bjóða lættan drekkamunn við te, kaffi og saft.

Stovnar, skúlar og frítíðarskúlar kunnu melda til at vitja Djúphavið í dagtímunum.

Seniorar

Hósdagur 6. oktobur kl. 11-13

Hugnaløta fyri fólk í aldrinum 60+. Sangur verður og Monika Mohr úr Fólkaheilsuráðnum kemur at greiða frá um ABC fyri sálarliga heilsu. Ein samrøða verður við Una Rasmussen og Demenskórið kemur at syngja. Eisini verður felagssangur og ein góður biti at fáa.