Summarið 2026 í Lívdini
Vit fara niður í ferð allan juli og tvær tær fyrstu vikurnar í august. Hetta merkir, at vit bert hava eitt møti kl. 11 sunnudagarnar 5. juli – 9. aug., og hesar sunnudagarnar er ongin sunnudagsskúli og ei heldur UngLív fyri børnini. Tó verður ein drekkamunnur hvønn sunnudag eftir møtið.
Bønarløtan við drekkamunni aftaná verður hvørt týskvøld kl. 20 alt summarið, tó ikki 28. juli, og ’Bíbliulestur og prát’ byrjar aftur týskvøldið 25. aug. kl. 19.30.
Ungdómurin hittist saman við hinum samkomunum/kirkjum í Suðurstreym ígjøgnum alt summarið – hetta ungdómstiltakið kallast Connect. Connect verður í Lívdini ley. 18. juli.
Vikuskiftið 21.-23. aug. hátíðarhalda vit okkara føðingardag – vit feira, at vit so ríkliga eru signaði ígjøgnum 25 ár, og at vit longu hava verið í okkara egna bygningi í 5 ár.
Í mun til øll okkara tiltøk – fylgið við á okkara heimasíðu og facebook.
