Evangeliseringsskeið: ”Gev tað fyri einki”
Ynskir tú at gerast betri til at evangelisera í dagliga lívinum? Fáa íblástur hvussu tað kann gerast? So er hetta skeiðið helst viðkomandi fyri teg.
Tað verður eitt online evangeliseringsskeið í Lívdini mánakvøldini 16., 23. og 30. mars 2026 kl. 18-20. Heitið er “Gev tað fyri einki”. Skeiðið er á donskum og er ókeypis.
Undirvíst verður í evnum sum: Hvat er evangeliið? og hvussu bera vit tað víðari? Eisini verða hugskot deild um, hvussu vit kunnu fortelja familju, vinum og øðrum um evangeliið, og hvussu ein samkoma kann brúka tiltøk sum festivalar, mentanarnátt og líknandi til at vitna um Jesus og bjóða fólki at koma á møti o.a. sum er í samkomuni.
Tað verður eisini givin ítøkilig vegleiðing í at greiða einfalt frá evangelinum, siga sín vitnisburð og brúka faldarar og myndir.
Tað er OAC.dk sum heldur skeiðið. Tilmelding er ikki neyðug. Øll eru vælkomin.
