Ókeypis døgurði til allar barnafamiljur mikudagin kl. 17
Hava tit nógv um oyrini í gerandisdegnum?
Vit í Lívdini vilja fegin geva tykkum eina lítla pausu.
Tiltakið er ætlað øllum barnafamiljum í høvuðsstaðarøkinum, sum vilja sleppa undan at standa í køkinum ein dag og heldur njóta løtuna saman við børnunum.
Allar barnafamiljur eru hjartaliga vælkomnar – bjóðið øðrum barnafamiljum við!
