Møtirøð um evangeliið, andaliga leiðslu og skipan í samkomu Guds

Hvussu sær ein sunn, bíbliugrundað samkoma út í eini tíð, har nógv er í ólagi og nógvar røddir kappast um okkara uppmerksemi?

Í brøvunum hjá Paulusi til Timoteus og Títus fáa vit greiða og tíðarleysa vegleiðing um evangeliið, andaliga leiðslu og skipan í samkomu Guds.

Í hesi røðini í trimum pørtum fara vit at hyggja at, hvussu náði Guds myndar lív okkara, hvussu Kristus røkir síni fólk gjøgnum samkomuna, og hvussu hvør trúgvandi hevur eina uppgávu og eina tænastu í samkomuni. Vit verða mint á, at Kristus er Høvdið, Skriftin er okkara leiðbeining, og trúfesti er okkara mál.

Yvirskriftirnar eru hesar:

  • 18/1 “Guds skipan av samkomuni” – Høgni Johannesen
  • 1/2 “Evangeliið og samkoman” – John Hammer
  • 15/2 “At enda væl í einum brotnum heimi” – John Hammer