KOM OG SYNG VIÐ MALIN ZACHARIASSEN

Vit hava við jøvnum millumbilum roynt nøkur “Syng Við” kvøld í Lívdini, og hava hesi verið sera væl umtókt.

Hesa ferð verður tað tó eitt sindur øðrvísi. Vit fara at grava djúpt niður í sangskattin hjá Malin Zachariassen.

Malin verður við sjálv og leiðir okkum ígjøgnum kvøldið. Hetta verður ikki ein konsert, men eitt kvøld, har tú sum áhoyrari kemur at sita saman við Malin og bólkinum og syngja hesar fantastisku sangperlur.

Afturat sær, hevur Malin lokala kórið hjá Lívdini, LOT við bólki og mannin Jan Zachariassen á kassagittar.

Vit halda á til kl. 21:00, og aftaná verður sjálvandi ein góður drekkamuður.

Minst til at hita røddina væl upp áðrenn, og gleða vit okkum at síggja teg í Lívdini sunnukvøldið 12. oktober kl. 19.00.

Og vit kunnu ikki siga annað enn: KOM OG SYNG VIÐ MALIN ZACHARIASSEN