Vørur til Zarepta

GG: Vegna serligar umstøður kemur Zarepta-bilurin ikki eftir vørum mikudagin 14. juli

Summarlegurnar á Zarepta eru nú byrjaðar. Vit eru so glað um, at børn og ung sleppa á Zarepta í summar, og vóna og biða vit um, at støðan ikki broytist. Nógv skal til fyri at fáa eina legu upp at standa, tí er tað gott at vit eru nógv, sum eru góð við Zarepta. Nógv úr Lívdini seta tíð av hvørt summar at fara vestur at hjálpa til.

Vilt tú tekna teg sum starvsfólk, kanst tú seta teg í samband við Zarepta á telefon 284040.

Sum samkoma hava vit eisini tann framíhjárætt at kunna stuðla Zarepta við at baka ella keypa vørur. Vørunar kunnu berast í Lívdina, við Vegin Langa 11. mikudagar. Tá er bygningurin opin fram til vørurnar verða heintaðar kl. 17:30.

Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin á kontu hjá Zarepta í Bank Nordik: 6460-156.666.2 og viðmerkja ”til køkin”.