Sunnudagsskúlin

Komið í sunnudagsskúla, í Skúlanum við Løgmannabreyt

frá kl. 12:00 til 13:00 og bjóðið øðrum við

Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga!
So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal Orðt. 22,6
 
 

Sunnudagsskúlin ynskir eins og samkoman Lívdin at dýrmeta Gud við TILBIÐJAN, TRÚBOÐAN, TÆNASTU, SAMFELAG, LÆRU.

Endamálið við sunnudagsskúlanum er at:

  • vinna børn og ung fyri Kristus
  • børnini knýta vinarbond sínámillum
  • børnini kenna seg heima í samkomu Guds

Ynskiligt er, at børnini eru so mikið trygg, at foreldrini kunnu vera á møti, meðan børnini eru í sunnudagsskúla.

Aldursbýti

Flokkarnir í sunnudagsskúlanum eru býttir upp eftir aldri:

  • 2 - 4 ár Sprell
  • 5 ár - 1. flokk Smíl
  • 2 - 3. flokk Gleði
  • 4 - 5. flokk Bros
  • flokk og eldri UngLív

Framferðarháttur

Vit fara inn í sunnudagsskúlaflokkarnar kl. 12:00, har undirvísing er í uml. 20 min.

Síðani hava vit felagssamling, har vit syngja nakrar fáar sangir og hava minnisvers saman.

Aktivitetir

Uml. klokkan 12:30 byrja aktivitetir, sum børnini kunnu velja seg inn á.

  • Klippa, líma, perla og lita
  • Borðspøl
  • Spurnarkapping, filmsbrot og ymiskar kappingar
  • Chill og hanga út

Bert hugflogið avmarkar!

Super sunnudagsskúli

Hvønn síðsta sunnudag í mánaðinum hava vit ein felags sunnudagsskúla. Hesin sunnudagsskúlin hevur eina øðrvísi spennandi skrá. Vit hava eina sangløtu við góðum tónleiki, søgan verður á ein serligan kreativan hátt, og at enda verða onkur felagsspøl.

 

Sprell – smábarna sunnudagsskúli í Lívdini

Endamál:

Endamálið við tænastuni er, at børn 2 – 4 ára gomul læra Gud at kenna. Harumframt er endamálið at børnini fáa eitt samband við onnur børn og vaksnar álitspersónar í Lívdini. Ynskið er, at børnini á henda hátt tíðliga koma at kenna Lívdina sum sítt andaliga heim.

Sprell er ætla til børnini, og ynskiligt er at børnini eru somikið trygg, at foreldrini kunnu verða á møti, meðan børnini eru í sunnudagsskúla.

Framferðarháttur:

Vit byrja løtuna við eini lítlari sangløtu Vit leggja stóran dent á at visualisera sangirnar, og nýta vit t.d. myndir, eksjur, bamsur o.a. til hetta.. Vit meta tað hevur týdning at nakrir av somu sangunum eru afturvendandi, so tað gerst trygt og forútsigiligt hjá børnunum.

Síðani verður ein stutt interaktiv søga, ið verður framløgd á ein kreativan, einfaldan og visuellan hátt, sum fangar barnið, á tí menningarstøði barnið er á. Vit brúka tær vanligu smábarna bíbliusøgurnar, s.s Dánjal í leyvurbølinum, Jónas, Skapanin o.s.fr. Ein nýggj søga hvønn mánaða.

Børnini sleppa at spæla seg ígjøgnum bíbliusøgurnar á ein sansandi og ørvísið hátt.

Í tænastuni leggja vit stóran dent á, at børnini kenna seg trygg. Hetta gera vit við roterandi sunnudagsskúlalæraraskipan (eitt av hjálparfólkunum fylgir børnunum komandi sunnudag) umframt endurtøkur, bæði í strukturi og sangvali.

Á henda hátt tryggja okkum kontinuitet og at børnini kenna seg trygg.

Enda verður við bøn, onkrum sangi og vit siga farvæl.

Aktivitetur:

Bert hugflogið avmarkar! Einasta treyt er, at aktiviteturin á onkran hátt undirbyggir tað, sum søgan hevur snúð seg um.

Høli:

Okkara aðalmál tá vit innrætta okkum í hølinum, er at geva møguleika til fordjúpan og spæl. Hølið verður umskapað til ávísa evnið, sum vit hava á skrá, til tess at børnini kunnu fáa eina góða heildar uppliving.

 

Sunnudagsskúli í Lívdini byrjaði í Hoyvíkar Skúla 2. februar 2003. Nú halda vit til í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hevur tú spurningar, ella kundi tú hugsað tær at gjørst partur av hesi tænastu, so set teg í samband við: Siri Hjørleifsdóttir, tlf 277005 ella Lillian B. Poulsen, tlf 562332

Sunnudagsskúlanevndin er:
Siri Hjørleifsdóttir This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 
Lillian B. Poulsen This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Listar til sunnudagsskúlan liggja innanhýsis og kunnu finnast  

Bygningur