Vissa
Til foreldur og ung í 7. flokki
Aftur í ár verður skipað fyri tiltakinum Vissa. Hetta er undirvísing um kristna lívið til ung í 7. flokki.
Allir 7. flokkar í skúlunum í Tórshavnar Kommunu hava kristni týsmorgnar kl. 08:00, soleiðis at tey, sum ganga til prest í samband við ferming, kunnu brúka hesar tímarnar til tað. Endað verður umleið kl. 9:15, so tey náa bussin aftur í skúla.
Í hesum sambandi hava vit valt at bjóða øllum ungum 7. floksnæmingum í samkomunum í Tórshavnar økinum at koma til undirvísing í Ebenezer.
Jógvan Jacobsen og Kristianna J. Heinesen fara at undirvísa teimum ungu í kristnu trúni og ymiskum evnum, sum eru viðkomandi í hesum sambandi.
Um tit ynskja, at barn tykkara skal luttaka í hesi undirvísing, mugu tit – sum foreldur – boða flokslæraranum hjá barninum frá hesum.
Tey ungu møtast fyrstu ferð til Vissu týsdagin 7. januar kl. 8:00.
Undirvíst verður umleið 10–12 vikur.
Ætlanin er at hava eina mini-legu í januar/februar.
Meira fæst at vita við at venda sær til Jógvan Jacobsen á 590793/510033, á messenger ella teldubræv elniogvan@gmail.com. – Boða eisini frá hjá Jógvan um luttøku.
Øll ung eru hjartaliga vælkomin
VISSA 2026
Hvar: í Ebenezer í miðbýnum, N. Finsensgøta 6
Nær: Byrjar týsmorgunin 6. januar kl. 8
Hvør: Øll ung í 7. flokki
