Á morgunmøtinum lovsyngja vit saman, bróta breyðið og drekka av víninum til minnis um Harran og biðja. Hetta er ein løta fyri børn, ung og vaksin at finna hvíld og frið í nærveru Guds. Les meira um sunnudagar í Lívdini her: SUNNUDAGAR Í LÍVDINI
Ung í Lívdini skipa fyri ungdómsmøtinum ALIVE annaðhvørt leygarkvøld kl. 21. Kvøldið er fylt við góðum lovsangi, vitnisburði, talu o.ø. og endar altíð við einum góðum drekkamunni. Fylg Ung í lívdini á sosialu miðlunum her: instagram.com - ungilivdini Eisini er ein privatur FB bólkur her:
Yngra barnakórið til og við 7 ár venur hósdag klokkan 16.30 Eldra barnakórið 8 ár og eldri venur hósdag klokkan 17.00
Á møtinum syngja vit saman og hoyra ena talu. Av og á er ein stuttur vitnisburður, eitt lítið prát ella ein sangframførsla. Vit ynskja, at okkara sunnudagsmøti skulu vera fyri øll, ung sum gomul. Les meria um tað sum er á skrá sunnudagar her: SUNNUDAGAR Í LÍVDINI
Á morgunmøtinum lovsyngja vit saman, bróta breyðið og drekka av víninum til minnis um Harran og biðja. Hetta er ein løta fyri børn, ung og vaksin at finna hvíld og frið í nærveru Guds. Les meira um sunnudagar í Lívdini her: SUNNUDAGAR Í LÍVDINI
Vit fara at hava eitt kvøld við lovsongi í Lívdini mikukvøldið 16. apríl Kl. 20:00 Kom við okkum til eitt kvøld við góðum upplyftandi sangi, hugvekjandi boðskapi og andaligari áfylling. Okkara lovsongsleiðarar fara saman við tónleikarum og kóri at leiða okkum gjøgnum kvøldið. Aftaná tiltakið verður góður drekkamunnur at fáa Øll eru hjartaliga vælkomin! Vit […]