Útgávukvøld í Lívdini – Svein í Prestgarði

Sunnukvøldið 28 sept. kl 20:00

Fyri júst 10 árum síðani, eitt vikuskifti í september, kom fyrsta útgávan hjá Sveini í Prestgarði út á marknaðin – og fekk eina stórfingna móttøku.

Síðani tá eru fleiri útgávur givnar út, bæði í Føroyum og uttanlands.
Hesaferð er tónleikurin framleiddur í Noregi, har hann hevur fingið ein sterkan country-dám. Seinnu árini hevur Svein eisini verið sera virkin í Noregi, bæði við tónleiki og boðskapi.

Nýggja útgávan ber heitið:
“Í gjár, í dag – ja, alla tíð”
Hon minnir okkum á, at hóast umstøðurnar á lívsleiðini kunnu broytast, so er Harrin tann sami – altíð!

Svein í Prestgarði hevur við sær tónleikabólk á pallinum í Lívdini, og vóna, at hetta kvøldið fer at gerast ein rík og gevandi løta fyri øll.