Tykkum verður ynskt eitt av Harranum signað nýggjár

Sum vit nú standa við ársendan av 2020, mugu vit viðganga, at vit enda sama stað, sum alt árið meira ella minni hevur verið merkt av – ótryggleikanum av koronu. Vit hava verið noydd til sum samkoma at ‘lukkað’ heilt niður og bara verið á netinum og í fysiskari fjarstøðu, og so hava vit eisini kunnað havt okkara tiltøk koyrandi  næstan sum vanligt. Men nú var hann aftur her … ótryggleikin. Hóast vit nú aftur eru her, mugu vit enn einaferð sanna, at hóast alt annað er bygt á ótrygt grundarlag, so er eitt altíð vist, og tað er, at Hann er hin sami ígjøgnum alt til allar tíðir – Heb. 13,8 ‘Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.’

Okkum er ongantíð lovað, at lívið her á fold er uttan ‘stormar’. Vit kunnu kenna, at aldurnar eru høgar, og alt tykist myrkt og vónleyst, men eins og lærisveinarnir á sinni fóru yvir um vatnið við Jesusi sovandi umborð, og teir hildu, at teir fóru at ganga burtur í ódnarveðrinum, so var Jesus tó har. Og Hann reistist og hótti vindin og aldurnar, og teir komu allir trygt yvirum. Soleiðis lovar Hann eisini í dag at vera við okkum ígjøgnum alt, ið kann koma á okkum.

Sostatt kunnu vit við vissu siga, at Hann eisini hevur verið við okkum í 2020, og vit vita, at Hann eisini skal vera við okkum í 2021.

Tykkum verður við hesum ynskt eitt av Harranum signað nýggjár.

Vinarliga heilsan

leiðslan