Sunnudagsskúlalega á Zarepta

Nú fara vit á sunnudagsskúlalegu á Zarepta 21 – 23 novembur 2025. Vit fara at hava eitt gott vikuskifti saman við góðari andaligari áfylling, góðum felagsskapi og stuttligum aktivitetum. Øll familjan – vit fara øll at hugna okkum!

Leguskráin og kunning um legugjald kemur seinni.

Tað ber bara til at tekna seg til alla leguna. Tey, sum ætla sær á legu, men ikki at gista, mugu eisini tekna seg og gjalda legugjald. Plássið er avmarkað, men vit gera okkara besta fyri at fáa pláss til so nógv sum gjørligt.

Tað merkir, at familjur ikki fáa eitt kamar í part, men vit gera kvinnu/gentu-kømur og mannfólka/dreingja-kømur. Tó royna vit at seta kømurini saman á best møguligan hátt.

Legugjald:

Vaksin kr. 550,-

Børn kr. 250,-

Børn undir 2 ár gjalda ikki.

Um foreldur hava fleiri enn 3 børn, verður einans goldið fyri 3 børn.

Vit gleða okkum til eitt gott vikuskifti har vesturi.