Samkomuútferð
Sunnudagsskúlin skipar fyri útferð fyri allari samkomuni sunnudagin 15. juni kl. 12.30, um tað viðrar. Hetta verður í Skótadeplinum í Havnadali. Har verður grillað pylsur og burgarar, og ein drekkamunnur verður eisini at fáa, síðani verður ein løta við sangi, og vit hoyra eina søgu. Hugni fyri alla familjuna – verið hjartaliga vælkomin.