Páskamøtir 2026 í Hebron og á Kambsdali
Samkomurnar í Filadelfia, Siloa og Hebron hátíðarhalda uppreisn Harrans Jesusar og bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin á samfelagsstevnu í Hebron í Leirvík og í Ítróttahøllini á Kambsdali.
Skírisdag og langafríggjadag verða møtini í Hebron og leygarkvøldið og páskadag verða møtini í Ítróttahøllini.
Møtini verða hildin undir heitinum: “Harrin er risin” og Jógvan Júst Rasmussen er høvuðstalari. Harafturat verða forvitnisligir áhugatímar í Hebron leygardagin kl. 15-17.
Øll skráin sæst á facebook síðunum hjá Hebron, Siloa og Filadelfia.
Vit heita á brøður og systrar um at biðja fyri páskastevnuni, at Harrin skal signa við uppbygging og frelsu.
Skrá:
Skírisdag 2. apríl
Kl. 17 Møti í Hebron í Leirvík Berøakórið syngur, Noomi Gregersen og Heri Jøkladal tala
Langafríggjadag 3. apríl
Kl. 17 Møti í Hebron í Leirvík Siloakórið syngur, Jógvan Júst Rasmussen talar um “Fríggjadag”
Kl. 21 Ungdómsmøti í Hebron Vitnisburður og Jóhan Magnus Gunrim talar og syngur
Leygardag 4. apríl
Kl. 15-17 Áhugatímar í Hebron í Leirvík
Kl. 19 Møti í Ítróttahøllini á Kambsdali Maria á Lakjuni Djurhuus syngur, Jógvan Júst Rasmussen talar um “Leygardag”
Kl. 21 Ungdómsmøti í Ítróttahøllini á Kambsdali Gospelkórið Lot syngur, vitnisburður og Niels Pauli Nónstein talar
Páskadag 5. apríl
Kl. 11 Morgunmøti við breyðbróting í Ítróttahøllini á Kambsdali Páll á Lakjuni talar
Kl. 16 Familjumøti í Ítróttahøllini á Kambsdali Kom við Fridu og Óla Gregersen á ferð aftur í tíðina – Bíbilsøga og boðskapur til børn og vaksin
Kl. 17.15 Felags nátturði í Ítróttahøllini
Kl. 18 Møti í Ítróttahøllini á Kambsdali Hervør Sabina á Torkilsheyggi syngur, Jógvan Júst Rasmussen talar um “Sunnudag”
Vegna samkomurnar í Filadelfia, Siloa og Hebron
Tórheðin J. Jensen, Ólavur Thomsen og Klæmint Eliasen
