Ókeypis døgurði til allar barnafamiljur
Ókeypis døgurði til allar barnafamiljur mikudagin kl. 17.
Hava tit nógv um oyrini í gerandisdegnum? Vit í Lívdini vilja fegin geva tykkum eina lítla pausu.
Fyrsta mikudag í hvørjum mánaði bjóðar Lívdin ókeypis lasagnu til barnafamiljur.
- Tíð: 7. januar 2026, kl. 17.00–18.00
- Stað: Lívdin, Vegurin Langi, Hoyvík
Hetta er ætlað øllum barnafamiljum í høvuðsstaðarøkinum, sum:
- ofta hava nógv um oyrini
- vilja sleppa undan at standa í køkinum ein dag og heldur njóta løtuna saman við børnunum
Komið og setið tykkum til borðs – njótið ein heitan døgurða og eina hugnaliga løtu saman. Vit taka okkum av matinum ❤️
Til ber eisini at fáa gluten-og mjólkafría lasagnu.
Allar barnafamiljur eru hjartaliga vælkomnar – bjóðið øðrum barnafamiljum við!
