Lívdin hevur fingið spildurnýggja heimasíðu

Vit eru glað fyri enduliga at leggja okkara spildurnýggju heimasíðu út. Sniðið á heimasíðuni er skapt av nýggjum alt sum tað er, og innihaldið er eisini endurnýggja. Vit vóna, at heimasíðan kann verða eitt hent amboð at til okkum øll.

Á heimasíðuni finnur tú skrá fyri tiltøk og annað virksemi hjá Lívdini. Tú finnur kontaktupplýsingar til samkomuleiðsluna, til umsorganartoymi. Heimasíðuna fara vit eisini at brúka sum netpall til at stroyma sunnudagsmøtir.

Vit vóna eisini, at heimasíðan kann peikar til okkara Harra og Frelsara, Jesus Kristus.

Far ein túr runt á okkara nýggju heimasíðu og vend aftur skjótt, tí nýtt tilfar verður leypandi lagt út.