Lívdin etur saman
Góðu tit øll. Vikuskiftið frá 1. til 3. novembur verður skipað fyri “Lívdin etur saman”.
Í Lívdini ynskja vit at koma hvør øðrum við, og vit geva gleðiliga og taka takksom ímóti.
Ofta savnaðist Jesus saman við fólki um eina máltíð. Jesusar síðsta løta saman við lærusveinunum var ein máltíð, og í Opinbering Jóhannesar lesa vit: “Hygg. Eg standi fyri durunum og banki. Hoyrir onkur rødd mína og letur upp dyrnar, skal eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við mær. ” (kap. 3. vers. 20).
Tað verður skipað soleiðis, at tit melda tykkum til sum vertir ella gestir ella bæði. Tit siga frá, hvørjar dagar tit kunnu, tvs., ávikavist fríggjadagin, leygardagin ella sunnudagin, og veljið endiliga fleiri av døgunum. Síðan fáa tit at vita, hvør kemur, ella hvar tit skulu fara. Vertirnir avtala sjálvir við sínar gestir, hvat klokkan gestirnir koma. Vertirnir rinda fyri máltíðina.
Tit melda tykkum til hjá Biritu á tlf: 508584 ella á teldupost biritalj@hotmail.com. Tit finna eisini Biritu á messenger, og til ber eisini at melda seg til á pappíri í Lívdini.
Hetta skulu tit upplýsa: Um tit vilja vera vertir ella gestir ella bæði. Hvørjar dagar tit í vikusiftinum frá 1. til 3. novembur eru tøk. Tlf. nummar ella teldupost. Nøvn, kyn, og aldur á vaksnum og børnum. Vertirnir mugu eisini upplýsa, hvussu nógvum gestum teir hava pláss fyri.
Meldið tykkum helst til seinast mánadagin 28. oktobur.