Jólamøti og Veitsla fyri øll ættarlið
Sunnudagurin 21. desembur verður øðrvísi enn vanligt. Morgunmøtið verður í cafe-ini klokkan 11.00. Síðani fara vit inn í ein uppdekkaðan sal klokkan 12.00 til eitt jólamøti. Tá møtið er liðugt fáa vit døgurða serveraðan og vit halda á við eini jólaveitslu. Tað verða sangframførslur frá vaksnum og barnakórið fer eisini at syngja. Vit hoyra eina hugleiðing frá Rúna Højgaard og síggja ein jólaleik. Eisini verður góður felagssangur fyri børn og vaksin.
Til veistuna verður skemt, spurnarkapping og ymiskt annað spennandi á skránni. Eisini fáa børnini gávur. Øll eru hjartaliga vælkomin.
